Tíðaravmarkað parttíðarstarv

12.12.2016
Parttíðarstarv á 10t/v sum próvfyrisitari er leyst at søkja á Próvstovuni.

Starvið er til setan 20. januar 2017 til 30. november 2017

Tíðarskeið eru, tá tímarnir eru fleiri; serliga í próvtøkutíðini mai/juni.

Í høvuðsheitum snýr farloysvisstarvið seg um:

- At fyrisita próvtøkur í fólkaskúlanum saman við royndar- og próvtøkusamskiparanum á Próvstovuni.

- At gera lønarflytingar og avgreiða rokningar í.s.v. próvtøkur.

- At gera og savna hagtøl um próvtøkurnar í fólkaskúlanum

- Annað fyrifallandi arbeiði í samstarvi við hini starvsfólkini á Próvstovuni

Vit kunnu bjóða

- Eitt avbjóðandi starv í einum livandi umhvørvi, har vit lyfta í felag

- Eitt starv, har tú hevur stóra ábyrgd og ávirkan

Okkum tørvar

- Eitt starvsfólk, ið hevur royndir og innlit í búskaparskipan landsins

- Dugir at arbeiða við lønum og lønarviðurskiftum

- Hevur eitt ávíst innlit í fólkaskúlan, miðnám og Vinnuháskúlan

- Hevur royndir við at arbeiða innan lógarkarmar, kunngerðir og fastar mannangongdir

- Hevur lætt við at seta seg inn í nýggj arbeiðsøki, ið kunnu vera torgreidd

Starvið

- verður væntandi sett beint eftir ársskiftið

- er skipað og flokkað í sáttmála millum fíggjarmálaráðið og starvsmannafelagið

Umsóknir, við prógvum og viðmælum skulu sendast til Regin Marnersson, stjóra á Próvstovuni á reginm@(if you can see this please update your browser)nam.fo innan 29. desember kl 12.

Umsóknirnar verða væntandi viðgjørdar innan 5 januar 2017

|

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira