Kunning um skrivligu royndirnar 2017

05.05.2017
Máluppgávur og fimisrokning verða tískil avgreiddar á pappíri.

Sum Mentamálaráðið og Próvstovan áður hava boðað frá í miðlunum, verða ongar royndir ella próvtøkur avgreiddar í svar.fo. 

Máluppgávur og fimisrokning verða tískil avgreiddar á pappíri. Framsetingar verða skrivaðar á teldu. Skúlarnir fáa konvoluttar við uppgávunum. 

Tíðarkarmar og partsuppgávur eru sum áður kunngjørt. 

Sí her

 Ískoytistilfar, so sum ljóðfílur og videobrot, verður sent skúlaleiðararnum í góðari tíð áðrenn royndardagin.

Skúlaleiðarin skipar fyri, so hvør einstakur næmingur hevur atgongd til ískoytistilfarið.

Dagførd kunning og leiðreglur verða at síggja her  


Allar tríggjar partsuppgávurnar máluppgávuni føroyskum, donskum og enskum verða latnar næminginum, tá royndin byrjar.

Øll næmingaavrik verða løgd í FirstClass mappur sum PDF skjøl. Mannagongdin er hin sama, sum fyri 2 árum síðani. 

Í mappurnar leggja skúlarnir PDF-fíluna har útfyltur næmingalisti er fremst, síðan koma næmingaavrikini í ávísu partsuppgávuni í somu raðfylgju sum í næmingalistanum. T.v.s. at í føroyskum, donskum og enskum  eru 4 PDF fílur pr. flokk. 

Skúlaleiðarin sendir Próvstovuni yvirlit, sum vísir, hvussu mangir næmingar í 10. flokki fara til roynd á 9. floks  støði í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Próvstovan sendir ein fyrispurning/teldubræv um hetta seinni í dag. 

 

 

|

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira