Arbeiða við nýggjari loysn

02.02.2017
Próvstovan arbeiðir við nýggjari loysn fyri talgildu próvtøkurnar

- Vit kunnu tíverri staðfesta, at verandi tøkni, ikki lýkur tey krøv og ynski, ið vit hava til slíka skipan. Tí mugu vit nú eftirmeta, um hetta er rætta skipanin. Tað sigur Regin Marnersson, stjóri í Próvstovuni, eftir at tøknin sveik til undanlandsroyndina hesa vikuna.

Endamálið við landsroyndum og próvtøkum er at hava skipaða eftirmeting av førleikunum hjá næmingunum í lesing, skriving, rokning og náttúruvísund so sum fólkaskúlalógin eisini sigur.

- Tað var eitt rætt stig at taka at talgilda royndirnar. Nógv fólk hava gjørt eitt stórt arbeiði, so at vit í felag røkka endamálinum við royndunum. Tí er tað harmiligt og ávirkar nógv fólk, tá tøknin svíkur, staðfestir Regin Marnersson.

Próvstovan hevur í eina tíð kannað, hvussu royndir og próvtøkur tøkniliga kunnu loysast øðrvísi. Ein arbeiðsbólkur undir landstýriskvinnuni er komin við nøkrum tilmælum, og Próvstovan hevur saman við Námi arbeitt víðari við, hvussu landsroyndir og talgildar próvtøkur kunnu fyriskipast, so tøknin ikki setir  dagsskránna, men hjálpir at loysa uppgávuna.

- Hetta eftirmetingararbeiðið er í fleiri liðum og tekur tíð, um mann vil gera arbeiðið ordiligt. Í komandi viku vita vit, hví tøknin sveik hesa vikuna og kunnu greiða landsstýriskvinnuni frá hesum, og tá taka vit eisini neyðug stig og gera neyðugar tillagingar.

|

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira